Var og vitjaði í hølinum hjá Klaksvíkar Billardfelag leygardagin.

Har var dystin ímillum Klaksvíkar Billardfelag og Tvøroyra Billardfelag í 3. deild og tá ið eg vitjaði var javnt ímillum bæði liðini.

Óli Biskopstø hevði tapt sín dyst, men nýggja stjørnuskotið hjá Klaksvíkar Billardfelag Sólarn Isaksen vann sín dyst.

Sum skilst so var tað fyrsti dysturin sum hann hevur vunnið í 3. deild.

Dysturin endaði 4-4, har Óli Biskopstø vann ein og Sólarn Isaksen ein. Spældir blivu 2 dystir í part.

Man skuldi vitja Klaksvíkar Billardfelag oftari, tí teir vóru sera blíður, eg fekk kaffi og vælsmakkandi skerpikjøt, takk fyri tit og koyr á Klaksvíkar Billardfelag.

SáH​

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: