Múte Egede á almenna vitjan

Fríggjadagin og leygardagin er grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede á almennari vitjan í Føroyum. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Múte B. Egede kom til landið í dag. Hósdagin luttekur hann á ríkisfundinum og fundinum í samstarvsráðnum saman við løgmanni og danska forsætisráðharranum, áðrenn almenna vitjanin byrjar fríggjadagin.

Fríggjamorgunin hittast Múte B. Egede og løgmaður úti í Tinganesi. Eftir fundin vitjar grønlendski landsstýrisformaðurin m.a. Havstovuna, Vinnuháskúlan og Landssjúkrahúsið.

Leygardagin fyrrapart verður vitjað í høllini á Hálsi, har umboð fyri HSF fara at greiða frá menningini hjá føroyskum handbólti. Á middegi vitjar grønlendski landsstýrisformaðurin í Løgtinginum, har løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni tekur í móti.

Eftir hetta, umleið kl. 13.10 vitjar landsstýrisformaðurin grønlendska húsið í Havn, har grønlendingafelagið skipar fyri móttøku fyri grønlendingum í Føroyum.

Múte B. Egede við fylgi fer av landinum aftur mánamorgunin.

Múte B. Egede hevur verið landsstýrisformaður í Grønlandi síðani apríl 2021. Hetta er fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum. Í mars í ár var løgmaður á almennari vitjan í Grønlandi.

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: