MUNANDI FLEIRI LEIGUÍBÚÐIR TIL UNG OG ELDRI Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU !

Fremsta mál hjá Tórshavnar Kommunu eigur altíð at verða, at tryggja øllum borgarum møguleika at keypa grundstykkir og at kunna leiga íbúðir í kommununi.
Kanningar sum Tórshavnar Býráð lat gerða í 2017/18 vístu, at bæði okkara ungu og okkara eldru borgarar ynskja munandi fleiri leiguíbúðir í framtíðini.
Tórshavnar kommuna eigur eftir mínum tykki at leggja nógv størri orku í, at selja vinnuligum ella privatum íleggjarum góð og bílig grundstykkir í allari kommununi til íbúðarbygging.
Endamálið má verða at gerða tað so mikið “attraktivt” hjá vinnuligum íleggjarum at byggja íbúðir, at hesir megna at fremja íbúðarbyggiverkætlanir til ein so lágan byggiprís sum gjørligt.
Á henda hátt kunnu leiguíbúðirnar eisini bjóðast út til leigu til ein so rímuligan leiguprís sum til ber. Hetta er eisini tað sum er best fyri trivnaðin hjá borgarum, sum ynskja at búgva í leiguíbúðum í Tórshavnar kommunu.
Tí er ongin ivi um, at okkara ungdómur og okkara eldru borgararskulu hava enn fleiri møguleikar við leiguíbúðum næstu árini.
Hesum vil eg virka fyri næstu 4 árini.
Birgir Nielsen
Valevni á lista A til býráðsvalið 10.nov.