Móttøka hjá nýggja Apoterara í Norðoyggjum

Í dag var móttøka á Norðoya Apotek, har nógv fólk vóru og heilsaðu uppá nýggja apoteran á Norðoya Apoteki.
Hon eitur Nanna Knudsen og kemur frá Saltangará. Nýggi apotekarin er útbúgvin farmaseutur í 2005 frá universitetinum í Keypmannahavn og hevur starast á Apotekinum í 12 ár, einamest á Eysturoyar Apotekið og Norðoya Apotekið.
Har vóru onkrar talur hildnar og so bleiv bjóða pinnamatur og kaffi.
Vit ynskja Nannu Knudsen tillukku við starvinum og vælkomin til Klaksvíkar.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: