Móttøka fyri nýggja barnagarðinum á Norðoyri


Seinnapartin í dag bleiv nýggi barnagarðurin, Baldursbrá, alment tikin í nýtslu. Fyrstu stovurnar vórðu tiknar í nýtslu í heyst, og herfyri varð uttanumøkið eisini endaliga gjørt liðugt. Í dag var, hóast nakað seinkað, hátíðarhald fyri børnum, foreldrum og starvsfólkum á stovninum.

Hóast skiftandi verður og regn, so vóru fitt av fólki komið saman til hátíðarhaldið. Á skránni var hoppiborg, kaffi, smákøkur, pylsur og sunkist til børnini. Harafturat framførdi Steintór Rasmussen nøkur løg og Eyðstein Poulsen, formaður fyri Børn og Ung, førdi fram røðu.

Bygningurin er líkur nýggjasta partinum av Fjallafípuni, sum Norðhús somuleiðis var við at byggja. Eitt sum er sermerkt við nýggja stovninum er stóra og innbjóðandi spæliplássið, har kommunan m.a. hevur endurnýtt flísar, sum eru tiknir upp av økinum við Biskuptorg. Somuleiðis er spæliplássið grønt við nógvum trøðum, runnum og grillsmáttu. Tað er fyritøkan Varkurt, sum hevur staðið fyri stórum parti av uttandura arbeiðinum.

Fleiri myndir, klikk link her: “Móttøka fyri nýggja barnagarðinum á Norðoyri”

Klaksvíkar Kommuna

Røðan, sum Eyðstein Poulsen helt, kann lesast her:

Góðan dag øll somul og vælkomin til hesa hátíðarløtu, har vit í dag alment hátíðarhalda‚ at Baldursbrá stendur liðug, er tikin í nýtslu og í veruleikanum stendur í fagrasta blóma.

4. mars, fyri einum góðum ári síðani, ringdi telefonin. Eg síggi, at tað er borgarstjórin, ið ringir. Eg taki telefonina, og hoyri skjótt á spenta málinum á borgarstjóranum, at her var okkurt gott á veg. Borgarstjórin fortelur síðani, at hann hevur fingið ein teldupost frá Norðhús, ið bjóðar kommununi eina lidna verkætlan – ein barnagarð úti í Oyri.

Hetta vóru kærkomin boð, tí sum nýggjur formaður í TrN B&U, hevði eg saman við umsitingini, leiðarum og politiska landslagnum arbeitt við hond og fót fyri at finna bráfeingisloysn á trotinum á dagstovnaplássum í kommununi. Lidnir við samrøðuna víðarsendi borgarstjórin teldupostin til mín, og so fór politiska og síðani formliga tilgongdin í gongd – og sigast má, at gongdin hevur verið fyrimyndarlig!

25. mars í 21 varð verkætlanin “Dagstovnur á Norðoyri” samtykt‚ og sama kvøld varð sáttmáli undirskrivaður, og menn frá Norðhús fóru beinanvegin inn á økið við maskinum. Ein knøpp tíðarætlan varð løgd – stovnurin skuldi standa liðugur í seinnu helvt av august í fjør.

Stýrisbólkur varð settur við: Karl H. Johansen, borgarstjóra, Eyðstein Ó. Poulsen, formaður fyri TrN B&U, Trivnaðarstjórin, John Færø, fyrrverandi tekniski stjórin, Óla Jákup Bech, dagstovna samskiparin Niels Juel Arge, vvvarðandi dagstovnaleiðari í uppstartinum, Ann Mari Kjølbro, og Arbeiðstakari, Hjalti Josephsen, Norðhús.

Tað vóru helst fá, ið væntaðu, at tíðarætlan fór at halda og verri enn so! Men tá Josephsen-menn standa á odda, so er ferð á. Norðhús við undirveitarum sum Signar Kallsberg, JP-EL o.f.‚ hava veruliga víst, at har vilji, dirvi og ágrýtni fylgjast hond í hond‚ ber alt til‚ og takk skulu tit hava fyri tað.

Reisigildið var her á staðnum tann 11. juni, og 16 septembur fekk nýggi uppstartsleiðarin lykilin til stovnin, so starvsfólk kundu fara inn at gera klárt til at taka ímóti børnum. 27 septembur – 6 mánaðir seinni – vórðu fyrstu børnini sett av við Baldursbrá, og stovnurin fekk lív, innihald og gróður, ið tit‚ starvsfólk á stovninum skapa og eiga alla heiður og æru fyri.

Síðan vóru ávísar avbjóðingar við at fáa útiøkið liðugt, eins og korona, í ávísan mun, hevur sett sín dám á veturin. Nú eru vit komin forbí hesa myrku tíð. Dagarnir leingjast, lýðka er í luftini‚ og Baldurbrá stendur í fagrasta blóma. Í dag kunnu vit hátíðarhalda úrslitið av hesi sólskinssøgu, ið eg fegnist um at hava verið ein pinka evarska lítil partur av.

Uttan politiskan vilja, dugnaliga umsiting, góðar handverkarar, byggileiðslu, forstáilig foreldur, og ikki minst tolin starvsfólk her á stovninum, so bar einki til.

Mangan hevur tað brotið í bæði borð hesa tíðina. Fólkini, ið hava staðið saman um hesa verkætlan, hava við áræði, virkisfýsni og ágrýtni hildið fokus, so málsetningurin varð avgreiddur. Ein verkætlan, sum í mangar mátar stendur sum ein fyrimynd í kommunalum høpi. Takk skulu tit hava fyri tað!

Baldursbrá, sum starvsfólkið her á staðnum ynskti, at stovnurin skuldi eita‚ er eitt vakurt og passaligt navn til ein dagstovn, ið á mangar mátar kann samanberast við blómur og urtir, ið bera ávøkst.

Sum útbúgvin náttúru & tøkni lærari á námsvísindabreytini á Setrinum, og ikki minst sum fyrrverandi veiðumaður, so hevur náttúran og vøkstur mín stóra áhuga. Undangongumaðurin fyri tað føroyska skriftmáli, Jens Chr. Svabo, ið var føddur 1749 í Miðvági, ferðaðist runt oyggjarnar í 1781 og 1782. Endamálið við ferðini var at savna vitan fyri kong. Vitan um náttúruna og livikor hjá fólki annars, eins og hann savnaði fólkaminni, ið hann skrivaði niður.

Úrslitið av hesum ferðum gjørdist handritið: Indberetninger fra Færøerne: Fra en rejse i Færøe 1781-1782. Í hesum handriti savnaði hann millum annað vitan um blómur og urtir. Jens Chr. Svabo kunnger og lýsir 100 ymisk blómu- og urtasløg í hesum handriti, harímillum er urtin baldursbrá. Hetta er tí fyrstu ferð, at skjalprógv eru fyri, at baldursbrá er í Føroyum. Soleiðis kunnu vit staðfesta, at milllum 100 tær fyrstu blómu og urtirnar, ið vórðu staðfestar í Føroyum í 1780´unum‚ var baldursbrá ein teirra

Jens Chr. Svabo skrivar soleiðis: Om de færøeske vexter, Baldursbrá: matricaria inodora. Og so sigur hann víðari: Provsten Eisenberg berettede, at nogle havde af denne urt kogt en Salve, som skulde have været god for Seene-Vær (ella gø á føroysum), hævelse og udvortes Skader.

Síðani hesar fyrstu staðfestu planturnar hjá Svabo eru fleiri og fleiri plantur staðfestar í føroysku náttúruni. Um baldursbrá annars verður sagt, at hetta er ein urt, ið breiðir seg skjótt fram við vegjaðaranum, og er at síggja runt allan heim. Tá eg tosaði við Jens Kjeld um urtina, baldursbrá, segði hann, at henda planta eins og nógvar aðrar í føroysku náttúruni hava brúk fyri salti. Hetta ger hana serstakliga væl egnaða til føroyska veðurlagið – Men hon hevur sera trupult við at veksa í Havn, legði Jens Kjeld afturat.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: