Fólkaflokkurin ynskir, at tað skal loysa seg at arbeiða hjá øllum – eisini hjá pensionistum. Um vit fáa ávirkan eftir valið, so er eitt av málunum, at pensionistar ikki skulu mótroknast pensiónini fyrrenn teir hava tjent 80.000 kr.

Nógvir pensionistar eru væl fyri og hava hug at arbeiða meir, og tað skulu teir ikki revsast fyri. Tað er eitt av aðalmálunum hjá Fólkaflokkinum at eggja fólki at arbeiða og at arbeiða meir. Tí vilja vit hækka loftið fyri nær pensiónin blívur mótroknað.

Hetta er kærkomið í hesum døgum, tá prísirnir á stórt sæð øllum er hækkandi. Við at fáa pensionistar at arbeiða meir, fáa vit eisini meir arbeiðsmegi út á arbeiðsmarknaðin.

Hetta eru ikki einans føgur orð. Fólkaflokkurin hevur sum eingin annar flokkur á løgtingi víst seg sum ein avriksflokk og vit ætla okkum at avrika meir.

X við Fólkaflokkin

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: