Møguleiki at brævatkvøða í Miðlan

Í samband við fólkatingsvalið 31. oktober, ber til at brævatkvøða í Miðlan. Seinasta freist at avgreiða brævatkvøðu er fríggjadagin kl. 15.00.

Miðlan hevur opið mánadag til hósdag frá kl.10.00 til kl.16.00 og fríggjadag kl. 10.00 til 15.00. Um borgarar hava spurningar í hesum sambandi, ber til at ringja til Miðlan á tel. 41 00 00.

Klaksvíkar Kommuna

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: