Ítrottur Tíðindi

Mjølnir vann spennandi dyst ímóti ÍF 3-0

Mikukvøldið fekk Mjølnir vitjan av ÍF, eftir at Mjølnir leygardagin vann trygt 3-0 á SÍ.

ÍF leikti í teirra fyrsta dysti 3-2 ímóti Fleyr í einum sera tøttum dysti, har setmunurin var 16-25, 33-31, 14-25, 29-27 og 11-25.

Dysturin í gjárskvøldið var eisini spennandi og ÍF fylgdi væl við Mjølnir og triðja settið gjørdist sera spennandi, har Mjølnir vann 29-27, hini settini endaði 25-20 og 25-23.

Mjølnir liggur nú á odda í landskappingini við 6 stigum og hevur fingið eina dreyma byrjan.

Næsti dystir verður í Sørvági leygardagin tann 16. november og SÍ vann heilt óvæntað á Fleyr í stórhøllini í Tórshavn í gjár.

Her myndir frá dystinum, klikk her “Mjølnir vann spennadi dysti í móti ÍF 3-0”

Dysturin sæt live á heimasíðuni hjá Mjølnir, Klikk her: “Mjølnir menn”.

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.