Mjølnir vann 3-0 á TB í meistaradeildini hjá kvinnum

Fyri løtu síðani eydnaðist tað Mjølnir at vinna 3-0 á TB í meistaradeilini hjá kvinnum.

Fyrsta sett gjørdist sera spennandi, har liðini fylgdust alla vegin, men í teimum síðstu bóltunum eydnaðist tað Mjølnir at vinna settið.

Hin settini vann Mjølnir uttan nakað hóvastak og sostatt fingu kvinnurnar hjá Mjølnir eina sera góða 40 ára føðingardagsgávu í Badmintonhøllini ídag.

Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum og tillukku við sigrinum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: