Mjølnir spælt seg í FM finaluna

Tað eydnaðist Mjølnir at vinna trygt 3-0 á SÍ í kvøld og týdningarmiklu sigurin tryggaði Mjølnir pláss í FM Finaluna, sjálvt um teir hava tvær dystir eftir at leika.
Mjølnir skal møta ÍF í finaluna og vera finalurnar leikar í Stórhøllini á Hálsi hóskvøldið 12. apríl kl. 20.00 og leygardagin 14. apríl kl. 16.00.
Vónandi møta nógvir Norðoyingar til báðar dystirnar og tað kann fáa stóran týdning, at Mjølnir hevur áskoðarnar í sínum parti.
Her fleiri myndir av dystinum, klikk her “Mjølnir – SÍ 3-0”.
Vit ynskja Mjølnir stórt tillukku við finaluplássinum.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: