Mjølnir mennirnir vóru stór favorittar, tá ið teir møttu ÍF í hinari hálvfinaluni, men fingu ein ordans hvøkk, tá ið ÍF vann fyrsta settið 23-25, eftir at ÍF var frammanfyri 16-24, men Mjølnir stríddi seg til 23-24, men longur kom Mjølnir ikki og ÍF vann seinasta bóltin og fyrsta settið heilt óvæntað.
2, 3 og fjórða setti vann Mjølnir, men ÍF fylgdi væl við, breiddin hjá Mjølnir var størri enn tann hjá ÍF og sostatt vann Mjølnir dystin 3-1.
Settúrslitini vóru hesi, 23-25, 25-18, 25-22 og 25-22.
Sostatt eru bæði liðini hjá Mjølnir í finaluni og tann stóri finaludagurin verður í Høllini á Hálsi 22. februar.
Stórt tillukku Mjølnir kvinnur og Mjølnir menn.
SáH



Lýsingar Bank Nordik
Please follow and like us: