Mjølnir klárt nummar eitt

Leygardagin klokkan fýra var landskappingardystir í flogbólti í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Dysturin var ímillum Mjølnir og SÍ og vann Mjølnir dystin 3-1, settmunurin var 25-22, 25-27, 25-21 og 25-18.
Mjølnir hevur bara tapt ein dyst í hesum kappingarárinum og tað var júst ímóti SÍ, men hesaferð vann Mjølnir trygt 3-1.
Mjølnir er nú 17 stig frammanfyri nummar tvey, sum í løtuni er ÍF og teir hava 10 stig, nummar trý er SÍ við 9 stigum, men hesi liðini hava spælt 8 dystir.
Her filmsklipp frá Kringvarp Føroya, klikk her, “Mjølnir langt fremst”.
SáH
[Best_Wordpress_Gallery id=”40″ gal_title=”MM Mjølnir – SÍ 3-1″]
Lýsing Føroya Bjór
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: