Mjølnir fylgir tilráðingunum

Vísandi til almennu tilráðingarnar og áheitan frá Flogbóltssambandi Føroya steðgar Mjølnir øllum virksemi felagsins.

Hetta merkir, at hvørki venjingar ella dystir verða komandi dagarnar, og er tað galdandi fyri allar deildir. Steðgurin verður fyribils í 14 dagar, tvs. frá 12. – 26. mars. Enn ber ikki til at siga, hvør støðan verður tá, tí tað veldst um tilráðingarnar frá avvarðandi myndugleikum.

Verða broytingar, verður hetta kunnað sum skjótast.

Við flogbóltskvøðu

Mjølnir

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.