Mjølnir Føroyameistarar 2022 í stórum stíli

Mjølnir sum var stórfavorittur at vinna FM 2022 gjørdu sína skyldu og vunnu teir finaluna 3-0 á ÍF í Ítróttarhøllini á Hálsi í Tórshavn.

Fyrsta settið vunnu teir lættliga 25-12 og fólk hildu at hetta fór at vera ein lættur dystir at vinna, men í øðrum settið svaraði ÍF aftur og settið gjørdist sera spennandi, har Mjølnir vann tepurt 27-25. Í triðja settið byrjaði ÍF best og setti Mjølnir undir press, men tá ið Mjølnir hevði fingið skil á sínum spæli og uppstilling, so koyrdu teir settið heim og vunnu lættliga 25-16 í stórum stíli og sostatt kunnu kallað seg Føroyameistarar 2022.

Dagsins spælari bleiv liðskiparin hjá Mjølnir Thorvald Danielsen og tað hevði hann fult uppiborið at blíva, hann spældi serstakliga væl og vóru hansara servir sera góðar og eisini frammanfyri netið vísti hann hvør var best á tí økinum.

Stórt tillukku øll somul í Mjølnir.

SáH

Mjølnir Føroyameistarar 2022
Venjarin og konan hjá Mjølnir ovurfegin eftir sigurin og sjálvandi fekk venjarin ein vátan koss frá konuni
Venjarin og konan hjá Mjølnir ovurfegin eftir sigurin og sjálvandi fekk venjarin ein vátan koss frá konuni

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: