Mjølnir byrjaði kappingina við at vinna á ÍF

Flogbóltskappingin byrjaði í dag og Mjønir byrjaði kappingina sera væl, har teir vunnu sikkurt á ÍF í Badmintonhøllini.

Mjølnir vann dystin 3-1 og tað var ein rímuliga sikkurt sigur.

Sær út sum, at leikandi venjarin hjá Mjølnir, Phil Freere er ein stórur fongur fyri felagið og tað var eisini hann, sum servaði Mjølnir til sigurs í fjórða settið, har hann í teimum síðstu bóltunum, servaði sigurin heim og har hann servaði sera hart og ÍF leikarnir kláraði ikki at taka ímóti og Mjølnir vann avgerandi settið, eftir at teir vóru væl aftanfyri í byrjaðini av settinum, men teir stríddi seg til javnleik 12-12 og løgdu seg síðani á odda og førdi restina av settinum, har Phil Freere servaði eitt servess tann seinasta bóltin.

Ein kærkomin sigur til Mjølnir og sostatt byrjaði kappingin sera gott fyri okkara menn.

SáH

      

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author