MINNINGARHALD TEIRRA SJÓLÁTNU Í KLAKSVÍK OG Í SYÐRADALI


Mánadagin 1. november verður minningarhald teirra sjólátnu í Vágstúni í Klaksvík og á Syðradali.

Skráin:
Minningarhaldið í Vágstúni byrjar kl. 15.00.

Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini bjóðar vælkomin

Felagssangur, Jesus kæri, før tú meg

Røða, Símun Absalonsen, grannskoðari

Kransar
Klaksvíkar Býráð: Atli S. Justinussen, varaborgarstjóri

Føroya Landsstýri: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan Páll Steinberg, formaður

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Absalon Hansen, formaður

Felagssangur, Mín Jesus lat mítt hjarta fá

Tøkk, Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini

Koronustøðan ger, at KFUM & K kortini ikki luttekur við kórsangi. Heldur ikki verður boðið til drekkamunn eftir minningarhaldið, sum siður annars er.

Øll eru hjartaliga vælkomin til minningarhaldið, men heitt verður á fólk um at standa í góðari frástøðu.

Skráin:
Minningarhaldið í Syðradali byrjar kl. 13.30.

M/F SAM fer úr Klaksvík kl. 13.00 og av Syðradali kl. 15.50. Bussur koyrir niðan til Syðradals kl. 13.20

Boðið verður vælkomin, Asbjørn Dahl Lómaklett.

Fyrsti sálmur: Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur

Røða: Jóannes Hansen, miðnámslærari

– Páll Østerø verðir minntur

Annar sálmur: Vit veltu og vit sáddu

Kransar verða lagdir

Triði sálmur: Takk, Guð fyri alt, sum hendi

Endi við bøn: Jóannes Hansen

Tú alfagra land mítt

Eftir minningarthaldið, verður lítið hátíðarhildið í sambandi við, at minnisvarðin verður handaður Klaksvíkar kommunu.

Vegna koronustøðuna, verður ikki farið suður í skúlan aftaná!

Klaksvíkar Kommuna