Mikkjal Thomasen takkaði Hanus Hansen fyri hansara stuðul til KÍ

Tað er ikki á hvørjum degi at Hanus Hansen fær takk og rósandi orð, men venjarin hjá KÍ Mikkjal Thomasen takkaði Hanus Hansen fyri hansara stóra stuðul til KÍ og hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur fyri KÍ at hava slíkar stuðlar sum hann og endaði hann við at siga, at hann hevði hevði hoyrt at Hanus Hansen altíð fór at stuðla KÍ so leingi hann livdi.

Annars ein góð røða hjá Mikkjali, hann takkaði øllum og tað var takk til øllum somul heilt frá vaskikonunum Jórun og Jórun og til okkum áskoðarar og taka vit saman um hansara talu, so var hon eitt stórt TAKK, TAKK, TAKK, TAKK til øll.

Venjarin hjá KÍ Mikkjal Thomasen hevði givið spælarnum frí í kvøld og nátt, men vissaði hann okkum um, at teir vóru sanniliga klárir til næsta leygardag.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: