Mikkjal K. Thomassen tekur við útlendskari avbjóðing

Eftir átta framúrskarandi ár við ógloymandi upplivingum enda KÍ og høvuðsvenjarin samstarvið, sum annars skuldi ganga fram til og við 2025.

Mikkjal hevur javnan fingið boðið útlenskt venjarastarv, og nú hevur eitt útlenskt felag við fríkeypsklausuli loyst hann úr sáttmálanum við KÍ.

Við tøkk fyri tað ómetaliga stóra arbeiðið í gjøgnum hesi átta árini ynskir KÍ Mikkjali bestu eydnu við næstu avbjóðingini.

KÍ er farið í holt við tilgongdina at seta nýggjan høvuðsvenjara. Málið er at seta ein vælskikkaðan leiðara við fakligum fótbóltsroyndum á høgum stigi. Hetta skal gerast við nærlagni og tekur tað tíð, sum krevst.

KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: