Miðvíst ferðsluátak ímóti prutlum í Norðurøkinum

Saman við ferðslupatruljuni hevur politiið í Norðurøkinum hesar seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst ferðsluátak í økinum.

Saman við ferðslupatruljuni hevur politiið í Norðurøkinum hesar seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst ferðsluátak í økinum við serligum atlitið til ólóglig prutl og førarar.

Ólóglig prutl og førarar hava í langa tíð verið ein trupulleiki í økinum og hevur politiið í økinum tí hesa seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst átak fyri at steðga hesum.

Fyrrapartin í dag tók politiið 6 prutl í Klaksvík, har brotini eru hesi:
• 5 fyri at koyra ólógligt prutl
• 5 fáa bót fyri, sum eigari at lata føringina av prutlinum til ein, sum ikki hevur loyvi at koyra
• 5 ført prutl uttan koyrikort

Umframt hetta vórðu 2 bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu, og 1 bilførari fekk bót fyri at koyra við ”sólfilmi” á vinstra síðurúti framman.

Annars eru fleiri prutlførarar og bilførarar tiknir hesa seinastu tíðina í økinum fyri ymiskt ólógligt.

Vit fara framhaldandi at halda eitt vakið eyga við ferðsluni í økinum, soleiðis at tað er trygt og vandaleyst at vera í ferðsluni her í norðurøkinum.

Kelda: Politi.fo

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.