Mette Frederiksen vitjar í Klaksvík


Mikudagin 8. Juni vitjar danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, í Klaksvík. Seinast ein danskur forsætisráðharri vitjaði í Klaksvík, var tá Helle Thorning-Schmidt vitjaði í 2013.

Áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar, verður vitjað hjá Ocean Rainforrest í Kaldbak. Síðani verður vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar har borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen, tekur ímóti. Í Klaksvík verður millum annað vitjað í Christianskirkjuni, mentanarhúsið Varpið og vitjað verður eisini hjá Føroya Bjór.

Hósmorgunin 9. juni verður árligi ríkisfundurin millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin á skránni. Ríkisfundurin verður í ár hildin í Hoyvíksgarði í Hoyvík.

Seinni sama dag verður fyrsti fundur í nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har fleiri ráðharrar úr Danmark og Grønland luttaka. Tíðindafundur verður í Tinganesi eftir fundin í samstarvsráðnum, umleið kl. 16.30.

Klaksvíkar Kommuna

Vit síggjast – lýs fyri 125,00 kr. um dagin Ring 273200 ella meyla simun@news.fo
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: