Heilsuverkið Tíðindi

Metstórur stuðul frá Team Rynkeby

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.407.000 kr.

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, á samkomu í Aulini í Finsen leygardagin 14. september.

Tá Team Rynkeby á sinni byrjaði varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul meira breitt, nevniliga til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.

Team Rynkeby vil við hesum so miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommunur á ymsan hátt veita okkum í okkara stremban eftir at gera nakað gott fyri onnur, samstundis at vit gera nakað gott fyri okkum sjálvi.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.