279 tilburðir í gjár og nú eru 1205 smittaði og 3 innløgd
Í gjár vóru 279 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2897 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1205 smittað, trý eru innløgd, og 15 eru deyð við koronu í Føroyum.
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: