Met í korona smittutalinum í Danmark, heili 16.164 tilburðir í gjár

Danmark er tað landi í verðini, sum hevur eitt tað størsta smittutalið av koronatilburum pr. innbúgva í løtuni.

Í gjár blivu heili 16.164 tilburðir staðfestir og í løtuni er positivprosenti á 12,4 og tað er eisini tað hægsta nakrantíð.

29 fleiri blivu innløgd og í løtuni eru 608 innløgd og har eru 70 á intensivari deild og 46 í respiratori.

7 doyði við korona í gjár og nú eru 3.217 deyð við koronu.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: