Merkið 100 ár: Betri letur fløgg sum vøggugávu

Í ár fyllir Merkið 100 ár. Vit nýta Merkið at hátíðarhalda serligar løtur, og sostatt er tað ein serstøk ímynd av stórum hendingum hjá føroyingum.

Í hesum sambandi fer Betri undir at lata fløgg sum vøggugávu til allar nýføðingar, tá kundar stovna kontu til nýfødda barnið. Flaggið er snøgt og hóskandi at seta á borðið til barnaføðingardagar og aðrar høgtíðir.

Upprunaliga Merkið frá 1919 hongur í Fámjins kirkju. Í nógv áratíggju hekk Merkið óvart. Í 2010 lat Betri eitt eldtrygt glasskáp, sum tryggjar fyrsta Merkið móti eldi, stuldri og øðrum.

Vit eru errin av at varðveita og bera víðari Merkið, sum eyðkennir verkið.

Góðan flaggdag.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author