Mentanarhúsið í Klaksvík gerst nú veruleiki

Seinnapartin varð skipað fyri móttøku í posthúskjallaranum, har røður og tónleikur settu ein serligan dám á hátíðarløtuna, sum varð hildin í samband við, at farið verður undir at byggja nýtt Mentanarhús í Klaksvík.

Nógv fólk vóru komin til hátíðarløtuna, tá ið Adelborg Linklett loysti fyrsta flagið. Aftaná hetta, var farið inn í posthúskjallarin, har Dávur Winther, sum er skrivari í Grunninum Mentanarhúsið bjóðaði vælkomin.

Nýstovnaða tónleikafelagið hevði trý tónleikainnsløg og bæði Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunninum Mentanarhúsið, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hildi røðu.

Signhild V. Johannesen segði m.a. í síni røðu, at mín vón er, at vit saman gerast errin av okkara nýggja mentanardepli, sum kemur at savna klaksvíkina, norðoyggjar og vónandi eisini allar Føroyar.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, segði eisini í síni røðu, at best av øllum er, at tónleikur, sjónleikur og list nú umsíður kunnu fáa ein virðiligan heimstað, har ymisku listagreinarnar fáa sín pall, og samstundis hava møguleika at samantvinna fjølbroytta virksemi, sum er í býnum.

Røðan hjá borgarstjóranum kann lesast niðanfyri:

***

Góðu tit øll

Eg haldi vit skulu byrja við, at geva Adelborg Linklett eina stóra hond.

Í dag skriva vit søgu, og eg má siga, at tað kennist gott, at hava skrivað teg inn í søguna, Adelborg. Tað er ongin loyna, at tú veruliga hevur brent fyri, at Klaksvíkar sjónleikafelag kann fáa góðar karmar at virka undir, og tí kann eg siga vegna Klaksvíkar býráð, at vit eru ómetaliga fegin um, at tú tókst av, tá ið tú vart spurd, um tú kundi hjálpa okkum at loysa fyrsta flagið.

Tú vart tó eitt sindur skeptisk ???? Men tá ið eg bjóðaði mær at koma eftir tær, so vart tú sannførd um, at hetta fóru vit at klára saman ????

***

Vit øll vita, at góð hugskot kunnu taka tíð at fremja. Serliga um tað er nógvir partar, sum gerast partur av góða hugskotinum.

Men vit vita eisini, at um mong ymisk atlit skulu takast, so ávirkar hetta fartin.

Hóast vit øll høvdu ynskt, at húsið longu nú stóð klárt, so eri eg ómetaliga fegin um, at vit hava tikið hesi atlit.

Tí tað merkir m.a., at vit kunnu vera errin av, at vit sum ein av teimum fáu frá byrjan hava hugsað, hvussu ljóðviðurskiftini í nýggja mentanarhúsinum skulu vera.

Tað, at ljóðteknikari hevur verið knýttur at projekteringini merkir, at Mentanarhúsið fer at kunna bjóða góðsku høli, sum bæði hóska til synfomi, popp og rokk tónleik.

Mentanarhúsið verður karmur um alskyns mentanarupplivingar, og eisini her hevur arbeiðsbólkurin tikið atlit til øll tey, sum í framtíðini skulu virka í húsinum.

Ynskini hava verið mong, og fleiri av teimum eru gingin á møti. Hetta er at fegnast um, tí tað hevur stóran týdning, at ognarkenslan verður stór, soleiðis at húsið gerst virkið, og verður eitt savnandi stað fyri fjølbroytta virkseminum í býnum.

***

Vit øll kunnu ivalyest minnist, hvussu foreldur okkara hava fortalt, hvussu Klaksvík sá út, áðrenn vit vórðu fødd.

Eg havi eisini slík minnir, sum eitt nú pápi mín hevur greitt mær frá. Ein av teimum myndunum, ið standa klárast í høvdinum, er hvussu lítið var bygt og hvussu langt var ímillum býarpartarnar fyri gott 60 árum síðani.

Hetta er eitt gott minni, men mín søga til mín son, sum í dag bert er hálvt ára gamal, verður at greiða honum frá, hvussu Klaksvík sá út, áðrenn Mentanarhúsið, Biskupstorg og nýggja hotelli kom.

Tað verður ein frásøgn um, hvussu spennandi tað var, at vera partur av stórum verkætlaðum, sum gerast lidnar og mynda ta framtíð, sum hann vónandi verður ein partur av, tá ið hann gerst eitt sindur eldri.

***

Hetta er eitt ambitiøst projekt. Men vit eru eisini ambitiøst, tí vit vilja framburð og menning, soleiðis at vit allatíðina gerast ein áhugaverdur býur at búleikast í og at vitja.

Hóast tilgongdin hevur verið drúgv, so hava vit ongantíð mist fokus. Og tað er hátíðarløtan í dag eitt úrslit av.

Um fá ár, so fáa vit eitt stórsligið Mentanarhús, sum í stóru høllini til leikuppsetan kann hýsa 380 fólkum, men við borðuppstilling til veitslur kann hýsa væl meira enn 400 fólkum.

Ætlanin er eisini, at húsið skal kunna brúkast til vinnulig tiltøk, fyrilestrar, býráðsfundir, ráðstevnur og mangt annað.

Men best av øllum er, at tónleikur, sjónleikur og list nú umsíður kunnu fáa ein virðiligan heimstað, har ymisku listagreinarnar fáa sín pall, og samstundis hava møguleika at samantvinna fjølbroytta virksemi, sum er í býnum.

Eg fari at enda við, at takka Grunninum Mentanarhúsið fyri teirra megnar arbeiðið í hesi tilgongdini. Somuleiðis vil eg nýta høvi, at takk Ósbjørn Jacobsen Arkitektar fyri, at hava megnað, at sambinda siðbundnan og modernaðan arkitektur.

Samanrenningin millum tekningna av posthúsinum, sum J.P. Gregoriussen teknaði og nýggi tilbygninginum, sum deildin hjá Ósbjørn Jacobsen undir Henning Larsen Architects hevur teknað, er imponerandi.

Takk til Klaksvíkar býráð, listafelagið, sjónleikarfelagið, tónlistaskúlan og øll tykkum, sum hava verið við í arbeiðinum.

***

Adelborg fekk mót uppá, at loysa fyrsta flagið, tá ið eg segði, at vit nokk skuldu klára at loysa uppgávuna saman. Lat tað verða andan, sum vit í dag gróðurseta í hesa fantastisku verkætlan.

Takk fyri!

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.