Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Maverick og Grillin hjá Símun spíla seg út í dag

Maverick Barr og Grillin hjá Símun lata upp kl. 17:00 í dag. Vit fara at hita upp til dystin NSÍ – KÍ, sum byrjar klokkan 19:00.

Bláa rutan koyrir frá Maverick Barr klokkan 18:00, men har krevst at man er limur og at man hevur teknað seg áðrenn.

Vit hava onki hoyrt frá Bláu Bylgju um teir eisini skipa fyri bussferð, men væntandi verður okkurt at frætta frá teimum í dag.

Limirnir í Bláu Bylgju fáa eisini tilboð frá Maverick Barr í dag. Vit síggjast í Maverick Barr og Grilluni hjá Símun og vónandi eru tit øll blá og hvít í dag og til dystin fús.

Dysturin NSÍ-KÍ verður eisini vístir beinleiðis í Maverick Barr klokkan 19:00.

Koyr á KÍ

SáH

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.