Maverick fær ikki nýggjan eigara, men leiðara Portalurin!!!

Sverri Egholm á Portalinum skrivar at Maverick Barr fær nýggjan eigara, men tað passar slett ikki.
Maverick Barr fær nýggjan leiðara, so tað vera tveir sum fara at leiða Maverick Barr í framtíðini og teir vera Símun á Høvdanum og Andras S. Jacobsen.
Tá undirritaði ferð til Danmarkar, so verður tað Andras S. Jacobsen sum verður leiðarin á Maverick Barr. Longri er søgan ikki og er ætlanin at Andras S. Jacobsen tekur leiðarapostin á seg áðrenn 15. mai 2021.
Símun á Høvdanum
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: