Maverick Barr vísir dystirnar Danmark – Frankaríki kl. 15.00 og Ísland – Kroatia kl. 19.00

Tað hevur verið sera gott lív í Maverick Barr undir hesum Heimsmeistaraskapinum í Ruslandi.

Maverick Barr hevur víst teir flestu av dystinum beinleiðis og í dag verður ein stórur dagur í Maverick Barr fyri okkum Skandinavar.

Danmark og Ísland fara í eldin ídag og bæði liðini kunnu spæla seg víðari.

Maverick Barr letur upp kl. 14.30 ídag, har vit hita upp til dystin Danmark – Frankaríki, sum byrjar klokkan 15.00 og eru tit í fjepparaklæðum, so kostar ein BIP bara 20,00 kr.

Kl. 19.00 spæla Ísland – Kroatia og sjálvandi geldur tilboðið eisini til tann dystin.

Hinir báðir dystirnir vera vístir á loftinum Australia – Peru kl. 15.00 og Nigeria – Argentina kl. 19.00

Væntandi verður tippa eisini, so ikki kann sigast annað enn at Maverick Barr spílar seg út ídag. Koyr á Danmark og Ísland.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author