Maverick Barr stongir aftur fyribils til týsdagin tann 11. august

Maverick Barr stongir aftur fyribils til týsdagin, nú Korona smittan veksur sera nógv hvønn dag.

Helgi Abrahamsen landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur nú endiliga gjørt eina kunngerð, at Skeinkistøð hava loyvið at hava opið til klokkan 23:00 hvønn dag, men vit mugi síggja tíðina ann, hvussu nógv vera smittaði í dag, leygardagin, sunnudagin og mánadagin og tí hava vit stongt hesar dagarnar.

Týsdagin spæla KÍ-ÍF í Klaksvík og tá ætla vit møguliga at hava opið, men vit fáa at síggja, blívur talið við at veksa, so mugi vit eisini taka ábyrgd og ikki lata upp.

Nógv vera testaði nú og nógv eru farin í sóttarhald, so tá ið allar kanningarnar eru lidnar og greinaðar og øll, sum hava verið í samband við tey, sum eru smittaði við Korona og eru farin í sóttarhald, tá kunn vit vera meira trygg og møtast aftur. Vit vóna at ikki ov nógv vera smittaði.

Grillin hjá Símun – Maverick hevur opið:

Grillin hjá Símun hevur opið, men har verður selt út ígjøgnum lúkuna í sunnara enda, tí tað er tryggasta fyri okkara kundar, at man ikki selur inni, men heldur uttanfyri, har smittan ikki er so aktiv og á tann hátt kann ein sleppa undan at blíva smittaður.

Arbeiðsfólki í Grilluni hava nú eisini fingið “Visir” plastikkskermar fyri andlitið, so tey ikki blíva smittaði og kunnu smitta onnur.

Ynskja tit at bestilla grillmat via telefon, ring 454570.

Grillin hjá Símun hevur opið frá klokkan 17:00 – 22:00.

SáH

 

 

Please follow and like us: