Maverick Barr letur upp klokkan 17:00 í dag

Maverick Barr hevur verið stongt í nakrar mánaðar, men í dag letur Maverick Barr upp aftur.

Hølini eru illa farin, nú tey hava verið leigaði út, men vit byrjað í smáum aftur og so fara vit at royna at gera hølini tíðarhóskandi.

Ætlanin er at byrjað upp á okkurt nýtt, men í fyrsta umfarið verður koyrt sum higartil.

Maverick Barr bleiv leiga út tann 10. mai 2021 og gekk leigusáttmálin út tann 1. januar 2023.

Nú má ein seta seg í tingini aftur og vónandi taka viðskiftafólkini væl ímóti at Maverick Barr aftur gerst partur av Klaksvík og býarlívinum her.

Maverick Barr hevur altíð verið ein KÍ barr og tað fer hon framhaldandi at vera, vit eru blá og hvítt.

Ætlanin var at broyta navnið til Varpið, men tann ætlanin er slept, kanska býtt at gera sama feilin sum Mentunarhúsið og at fara at stríðast við Klaksvíkar Kommunu um eitt navn, vit eiga navnið Varpið, men tað hoyrir heima har Varpabrúnnin er og tað vita allir klaksvíkingar.

Vit síggjast í Maverick klokkan 17:00 í dag.

SáH

 

 

 

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: