Maverick Barr letur upp aftur í dag

Klokkan 17:00 í dag letur Maverick Barr upp aftur.

Maverick Barr lat aftur tann 20. desember vegna Korona, tí vit vóru bangin fyri at føroyingarnir. sum komu uttanlanda frá og at halda jól og nýggjár saman við okkum ikki hildu tilmælini og vit fingu stóra smittuspjaðing í Klaksvík.

Lukkutíð hava vit ikki nógva Korona í Klaksvík í hesum tíðarskeiðinum og møguliga Maverick Barr og Grillin hjá Símun hava gjørt sítt til, at tað ikki eydnaðist Koronu smittuni at breiða seg.

Skráin hjá Maverick Barr í dag tann 9. januar er hendan:

17:30 Arsenal – Newcastle FA Cup

18:00 Brentford – Middlesbrough FA Cup

20:00 Manchester United – Watford

20:00 PSG – Brest Ligue 1

20:00 Rennes – Lyon Ligue 1

Tilmælini siga í løtuni, at skeinkistøðini skulu stongja klokkan 22:00 og tískil verður Maverick stongt klokkan 22:00 í kvøld og hesu tilmælini erugaldandi til 17. januar.

Vit síggjast í Maverick Barr og ansi nú væl eftir hvørjum øðrum.

SáH

 

 

 

Please follow and like us: