Maverick Barr ætlar at halda tilmælini og hevur bert opið hesa vikuna afturat

Nú Korona tølini er ALARMERANDI høg í Danmark og tey flestu, sum eru smittaði, búgva í Keypmannahavn, har flest føroyingar búgva og har omanfyri 5.000 ætla at koma heim til Føroyar, hevur Maverick Barr og Grillin hjá Símun í Klaksvík avgjørt, at hava hølini opin hesa vikuna afturat og mánadegnum tann 21. desember, so verður stongt restina av 2020 og latið verður uppaftur einaferð í januar 2021.

Upplatingartíðirnar vera hesar: Mikudag tann 16.12 18:00 – 24.00, Hósdagin 17:00 – 22:00, Fríggjadagin 17:00 – 22:00, Leygardagin 17:00 – 22:00 og sunnudagin 17:00-22:00. Restina av 2020 STONGT.

Aðrar barrir í Føroyum vilja hava at ferðafólkini, sum koma til Føroyar til jólar og nýttárið, skulu hava eina negativa Koronatest, men hvør ferð at halda tað regluna, tey vera nøkur fá og tað verður ein katastrofa fyri øll skeinkistøðini í Føroyum um Korona fær fastatøkur her, tí so kann henda, at vit ikki lata upp aftur fyrrenn í februar ella mars 2021, tí binda vit um heilan fingur og stongja restina av árinum.

Vit takka fyri eitt ólukksáliga droytt ár og vóna at árið 2021 verður betur.

Gleðilig jól og gott nýttár.

Vit síggjast í Maverick Barr og Grilluni hjá Símun í hesari vikuni afturat.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author