Mikudagin 26. januar legði Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í heilsunevnd býráðsins, fram vegna arbeiðsbólkin, sum seinastu mánaðirnar hevur arbeitt við at lýsa møguleikarnar við at seta í verk eina matarskipan á Skúlatrøð.

Býráðshøllin var karmur um framløguna, sum endaði við, at Annika Steintórsdóttir Biskopstø handaði Karl Johansen, borgarstjóra, álitið, sum nú verður lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til viðgerðar og støðutakan til víðari tilgongdina.

Tað er nýstovnaða Heilsunevndin, sum – í samstarvi við Trivnaðarnevndina Børn & Ung – hevur tikið stig til hesa tilgongdina at arbeiða við at lýsa og kanna møguleikarnar fyri, hvussu ein møgulig matarskipan kann verða sett í verk á Skúlatrøð..

– Fyri meg sum nývald í Klaksvíkar býráð er hetta eitt øki, sum eg frá byrjan havi sett mær fyri at raðfesta, tí tað hevur so stóran týdning, at børn okkara eta sunt og kenna seg mett og væl sett, tá tey eru í barnagarði og í skúla soleiðis at tey kunnu nýta orkuna til at læra, mennast, hugsavna seg, vera kreativ o.s.fr., sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í Heilsunevnd býráðsins.

– Tí var tað so gott at síggja beinanvegin í hesum valskeiðnum, at vit longu tíðliga í 2021 vóru boðin niðan á Skúlatrøð, har næmingar løgdu fram fyri okkum úrstlitið av einari kanning har á skúlanum, sum vísti, at tað er stórur áhugi í og tørvur á, at vit sum myndugleikar raðfesta heilsugóðan mat til næmingarnar á Skúlatrøð.

– Hetta styrkti okkum í okkara ætlanum um at arbeiða við einari matarskipan, har vit nú eru komin eitt stig longur við hesum álitinum, sum er handað borgarstjóranum, staðfestir Annika.

Málið um eina møguliga matarskipan á Skúlatrøð verður nú lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til viðgerðar og støðutakan til víðari tilgongdina.

Arbeiðsbólkurin, sum varð settur í apríl mánað 2021, var mannaður við hesum fólkum: *Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í Heilsunevndini, forkvinna í arbeiðsbólkinum, *Vivian C. Guðjonsson, varaskúlastjóri á Skúlatrøð, *Hjørdis Hávarsá, lærari á Skúlatrøð, *Magnus Norðberg, MA í mannaføði og stoffskifti, *Jórun Andreasen, føðsluatstøðari og forkvinna í skúlastýrinum á Skúlatrøð, *Gunnhild Dahl Niclasen, MA í humanvistfrøði, og *Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipari hjá Klaksvíkar kommunu. Trivnaðardeildin lat skrivara til arbeiðsbólkin

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: