Martin Sivertsen frá Ægir svam ein super 800 metur frí og gjørdist nummar eitt

Martin Sivertsen frá Ægir, sum hevði sett sær fyri at svimja allar kappingarnar í svimjikappingini “Ægir Open” svam ein fantastiskan 800 metur frí ídag.

Sjálvur sat eg við síðuna av venjarnum hjá Ægir Jamie Arro og vit hildu at Martin legði alt ov hart út, hann legði út við 1:01.98, men tað tóktist at vera klókt av Martini, tí hinir svimjarnir høvdu ilt við at vinna stóra forspringi aftur hjá Martin og hann gav ikki fyrsta plássið frá sær aftur við góðum, sjálvt um Bartal Debess, frá Suðuroyrar Svimjifelag nærkaðist sera nógv teir seinastu 200 metrarnar, Martin Sivertsen helt fast og hann megnaði at vinna 800 metur frí við tíðini 9:05.12, heili 14 sekund betur enn hansara besta tíð.

Super flott Martin Sivertsen og sera flott, at tú kláraði at svimja allar kappingarnar í Ægir Open.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author