MARKUS HVANNASTEIN ER NÝGGJUR LEIÐARI FYRI BARNATANNRØKTINA


Markus er 37 ára gamla og hevur tikið tannlæknaprógv frá Københavns Tandlægeskole í 2012. Markus er ættaður av Viðareiði og er búsitandi í Klaksvík. Markus hevur sín fyrsta arbeiðsdag á Klaksvíkar barnatannrøkt í dag.

Seinastu tvey árini hevur Markus starvast sum tannlækni hjá Tannspenn í Klaksvik, umframt at hann hevur royndir innan barnatannrøkt frá Tannhald í Leirvík og eisini frá Tasiilaq Tandklinik í Grønlandi.

Vit ynskja Markusi hjartaliga til lukku og bestu eydnu í starvinum.

Klaksvíkar Kommuna