Manni Waag Høgnesen bleiv kosin heiðurslimur hjá KÍ

So nógv hevur tað at siga at fáa ein heiður og so blíva heiðurslimur hjá KÍ, tað er stórt.

Ein sera rørdur Manni Waag Høgnesen kom upp eftir minnisplátuni, sum formaðurin í KÍ Tummas Lervig handaði honum, eftir at Tummas hevði sagt nøkur rósandi orð um Manna og hvussu góðir Manni Waag Høgnesen hevur verið fyri KÍ og einamest innan ungdómin í KÍ.

Tárini runnið og einasta Manni fekk sagt tað var eitt stort TAKK.

Tillukku við heiðrinum Manni Waag Høgnesen, tað hevur tú sanniliga uppiborið.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: