Málverjar í miðdepilin

Fótbóltssambandið hevur gjørt avtalu við Jákup Mikkelsen um eina verkætlan, har sjóneykan verður sett á málverjar og málmansvenjing

Hann er tann spælarin, sum oftast hevur vart føroyska málið í dystum fyri A-landsliðið, og seinastu árini hevur hann eisini tikið venjaraútbúgving og verið nógv virkin sum málmansvenjari. Komandi tíðina fer Jákup Mikkelsen at vitja føroysku feløgini og saman við málverjum, málmansvenjarum og øðrum áhugaðum seta hol á arbeiðið at skipa ein nýggjan leist fyri menning av føroyskum málverjum. Hetta er ein uppgáva, sum royndi málverjin gleðir seg til at fara undir.

– Í fótbóltsumhvørvinum er breið semja um, at vit mangla at seta ordiliga inn á málmansøkinum, og eg eri fyrst og fremst glaður fyri, at tað nú verður gjørt, so eg síggi fram til at fara undir hetta arbeiðið. Eg eri eisini vísur í, at hetta er eitt øki, sum nógv ynskja at vera við til at menna, so eg vænti eisini, at vit fáa nakrar góðar fundir við feløgini, har vit kunnu viðgera málmansspurningar og kjakast um, hvussu vit skulu gera í framtíðini, sigur Jákup Mikkelsen við heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.

Í fyrsta umfari fer Jákup at hava temafundir kring landið, har framløga, venjing og kjak verður á skránni. Feløgini hava fingið innbjóðingar til fundirnar, sum eftir ætlan verða hildnir í september og oktober.

Jákup Mikkelsen hevur spælt 73 A-landsdystir fyri Føroyar, og umframt at hava spælt við KÍ, B36 og ÍF í heimligu kappingini, so hevur Jákup eisini spælt í Skotlandi, Norra og Danmark. Hann hevur A-venjaraútbúgving og drúgvar royndir sum venjari og málmansvenjari. Jákup er í løtuni knýttur at B68 sum málmansvenjari, umframt at hann eisini er málmansvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum.

FSF

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: