Malla vann fiskikappingin 2020

Árliga fiskikappingin hjá skúlaskipinum hevur verið í dag. Bátarnir komu aftur klokkan 17:00 og klokkan 18:15 var úrslitið klárt.

Tað var báturin Malla, sum gjørdist nummar eitt, við vóru Hans Edmund Jospehsen og Ólavur Gaard. Nummar tvey gjørdist báturin Norðan við Petur J. Svøðstein og abbasonurin og nummar trý gjørdist báturin Húshamar við John Erik Sirdal og Jørgin Olsen.

Størsta fiskin fekk Malla eisini og tað var ein upsi sum var 104 cm langur.

Her úrslitið:
Malla 390,3 kilo
Norðan 292,6 kilo
Húshamar 289,3 kilo

Aftur í ár vóru sera flottir vinningarnir lætnir:
Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: Dragin KG 212)

Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
Harumframt var lutakast millum allar luttakarar, har vinnarin fekk ein gávukekk á 2.000 kr. (Stuðul: Garpar)
Tilsaman bleiv fiska fyri umleið 6.000 pund og landa verður til Fiskamarknaðin Føroyar og ferð pengingurin áskerdur til skúlaskipið Dragin.

Her filmsklipp og myndir frá ídag, sjá herundir.

SáH

Her myndir frá Fiskikappingini, klikk mynd herundir ella link herundir:

http://myndaportal.fo/fiskikapping-tann-26-09-2020/

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author