Magni Husgaard við nýggjari útgávu “Reflections”

Á ársins síðsta degi kom Magni Husgaard út við síni fyrstu útgávu við navninum Husgaard. Útgávan, ið ber heiti Reflections, er ein samansavning av 5 instrumentalum løgum í sjangruni pop/jazz.

Stutt um útgávuna sigur Magni, at tónleikurin onkursvegna er ein hugleiðing um lívið, sambandið millum menniskju, tilveruna og tað andaliga.

Tónleikarar á útgávuni eru:

Guitar: Petur Hans Niclasen

Kontrabass: Eyðun Johannesen

Trummur: Høgni Klakkstein

Klaver: Magni Husgaard

Magni Husgaard hevur skrivað øll løgini – lagið Jane Doe hevur hann skrivað saman við Peturi Hans Niclasen.

Hans Poulsen hevur tikið upp í Bloch Studio og IntroVers Studio. Óli Poulsen hevur mixað, og myndirnar, sum eru tiknar í sambandi við útgávuna, hevur veingir tikið.

Øll løgini eru tøk á Youtube á slóðini:

Útgávan er eisini tøk á Spotify:

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author