31 ára gamal franskmaður saknaður

Politiið hevur fingið fráboðan um, at familjan hjá 31 ára gamla franskmanninum Bastien Porée ikki hevur hoyrt frá honum síðani februar 2019.

Tað seinasta fólk vita um Bastien er, at hann er farin umborð á Norrønu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya.

Lýsing:
* Maður Bastien Porée
*31 ár
*182 cm høgur
*spinkul
*blá eygu
*Piercing í høku og høgra oyra

Vita tit eitthvørt um mannin at siga, vinarliga setið tykkum í samband við politiið á 1 1 4.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: