Lundin bjóðar til vakurleika og frið í miðbýnum

Arbeiðið við fyrsta parti av býarlundini við Akursmørk á ovara Vágsbøi er so gott sum liðugt, og longu nú ber til at njóta friðsæla grøna umhvørvið mitt í býarhjartanum.

Arbeiðsfólkini hjá Kanjon eru so at siga liðug við sítt arbeiði í lundini, sum er opin og fríð hjá øllum at vitja og brúka. Tað einasta, sum nú er eftir hjá teimum at gera, at er at seta eina brúgv upp tvørturum Ósánna, og hetta verður gjørt eftir Summarfestivalin, sum er á skránni um góðar tvær vikur.

Býargartnarin og hansara toymi hava somuleiðis syrgt fyri, at trø, runnar og annar grønur vøkstur eru gróðursett í lundini, og hesi fara at økja um vakurleikan so hvørt, sum tey grønkast og vaksa, men longu nú er lekkurt og hugnaligt at ganga á snøggu gøtunum í lundini, og til ber eisini at seta seg á benkurnar og njóta útsýnið tvørturum bøin og yvir ímóti Vágstúni, sum eisini er fríðkað nógv.

Býarlundin er liður í ætlanini hjá Býráðnum um, at Klaksvík sum heild skal gerast vakrari. Hendan ætlanin gongur aftur gjøgnum eitt nú grøn øki sum til dømis lundina, men skal somuleiðis eisini síggjast í byggiverkætlanum og vanligum viðlíkahaldsarbeiði sum til dømis veg- og asfalteringsarbeiði. Í summar hevur eisini verið arbeitt við at fríðka um býin við sokallaðum Street Art í Skýlinum við Djúpumýru, sum um dagarnar verður listprýtt, og hetta er somuleiðis við til at gera býin og kommununa sum heild vakrari.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Please follow and like us:

3 thoughts on “Lundin bjóðar til vakurleika og frið í miðbýnum

  1. Pingback: sex
  2. Pingback: pinewswire.net
  3. Pingback: 메이저놀이터

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.