Lundin á Akursmørk

Um arbeiðið við nýggju býarlundini
Kunngjørd og kend ætlan
Í tíðindaskrivi dagfest 21. februar 2018 kunngjørdi kommunan, at sáttmáli var undirskrivaður við Kanjon um arbeiðstøkuna í samband við býarlundina, men verkætlanin var alment kend væl áðrenn tað.
Ætlanin um at gera býarlund á Akursmørk hevur nevniliga nøkur ár á baki, og fyrireikingarnar hava verið ávegis í fleiri ár. Verkætlanin er savnandi partur av nýggja miðbýnum og hevur til endamáls at fríðka og hugna um miðbýin.
Tá ið Ósbjørn Jacobsen arkitektar vunnu hugskotskappingina um nýggjan miðbý í 2012, var Akursmørk longu partur av samlaðu miðbýarætlaninini. Og í skipanaruppskotinum, sum varð samtykt og almannakunngjørt í 2015, sóust tekningar av, hvussu Akursmørk í framtíðini skuldi gerast til eina vakra grøna lund mitt í býarhjartanum.
Á býráðsfundi 17. mars 2016 varð einmælt samtykt at fara undir verkætlanina at gera býarlund á Akursmørk. Øll málsviðgerð og fyrireiking hevur tikið hædd fyri galdandi byggisamtykt fyri økið, sum ásetur, at økið er avsett sum grønt øki í økisparti D9. Byggisamtyktin inniheldur ikki viðmerkingar um friðing ella fornleivdir, og hon er góðkend av Føroya landsstýri og Umhvørvisstovuni, sum umsitur slík mál.
Í frágreiðingini um málið stendur m.a., at uppskotið leggur upp til størri gagnnýtslu av ovara Vágsbø, sum kann geva borgarum uppaftur størri gleði av økinum. Økið liggur tætt uppat skúlaøkinum, og tí verður eisini væntað, at yngstu borgararnir í býnum kunnu fáa stóra gleði og tryggleika í lundini, sum skapar eitt vakurt frírúm beint við skúlan.
Ongin fráboðan frá Tjóðsavninum um friðing
Kommunan er ikki gjørd varug við, at talan er um friðað øki. Hvørki byggisamtykt, tinglýsing ella servituttar á økinum siga nakað um friðing, og tí hevur arbeiðið við málinum gingið sína gongd. Tá ið kommunan nú, í samband við byrjanina av sjálvum graviarbeiðnum, er gjørd varug við, at økið sambært Tjóðsavni Føroya er friðað, varð fundur við Tjóðsavnið fingin í lag sum skjótast.
Í sama umfari varð lagt upp til, at Tjóðsavnið kundi senda umboð norður til Klaksvíkar at gera kanningar av eventuellum fornleivdum. Hetta tí at kommunan sjálvsagt ikki vil gera seg inn á nakað friðað øki, men harafturímóti er opin fyri at innlima møguligar fornleivdir í lundina, skuldu kanningarúrslit víst, at talan veruliga er um slík á økinum.
Kommunan hevur biðið Tjóðsavnið um eina skrivliga leiðbeining um, hvussu víðari skal farast fram, men hevur higartil onki móttikið.
Okkara vón er, at kommunan saman við Tjóðsavninum kann finna eina góða loysn, sum virðir økið og umhvørvið, og samstundis tryggjar trivnaðin í økinum.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH