Longu brúkt 6. milliardir, er hetta ikki vittleyst?

Nýggj samgonga hevur júst lagt frá landi og longu nú traðka tingmenn og tingkvinnur fram og koma fram við hvat tey ætla at brúka av okkara skattakrónur til tey næstu fýrá árini tey sita í Løgtinginum/Landsstýrinum og sum skilst, so eru lyftini omanfyri 6 milliardir, bara frá trimum tingfólkum hesa fyrsti dagarnar samgongan hevur sæð dagsins ljós og verður tað ikki gjørt, so er ongin samgonga, tí hesi vilja halda sítt orð og lyftir.

Tann villasti í fyrstu vikuni var Dennis Holm, hansara vallyftið ljóðar upp á góðar 6 milliardir, ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna og borurin skal setast í innan 2 ár og tað bleiv sagt á sama dag hann bleiv útnevndur til Landsstýrismann.

Tað er lætt at koma inn í Tingsins gátt, um man bara lovar gull og grønar skóðar, men tað vanliga fólki eigur at síggja, at hetta er bara bluff fyri at fáa teirra stemmur og so tá ið hesi fólkini eru komin inn, so verður tað nakað heilt annað ein fær frá hesum fólkunum, hetta kallast valballónir, tær størsti í fyrsti vikuni, sjá herundir.

Her trý vallyftir úr rúgvuni vika 1:

Erling Eidesgaard, Facebook, 23-12-2022:

Næstu 4 árini fara vit aftur at byggja tjóð, og vit fara at taka góðar 400 milliónir av donskum bistandi burturúr føroyska búskapinum. Vit skulu standa á egnum beinum.

Ruth Wang, 22-12-2022:

Næstu 4 árini minka vit blokkin við 100 milliónum

Dennis Holm, 22-12-2022:

Um 2 ár verður skjøtul settur á borðingina til undirsjóvartunnilin til Suðuroyar, kr. 6 milliardir.

Kann man bara siga hetta og sleppa undan at tað ein sigur, eisini skal gerast í verki ella er hetta bara tóm lyftir og so gongur lívi bara víðari.

Sjálvir haldi eg hatta er sera óseriøst og har skal eisini fígging til og taka vit samgonguna fyri fult, so skal fíggjarlógin eisini geva yvirskot og tað skal  vera rættliga stórt, í hvussu so er nógv størri enn seinasta samgonga kláraði tey 3 árini hon sat, so tað verður spennandi, hvussu komandi fíggjarlóg fer at síggja út og hvør fer avstað við allari lágkøkuni, Dennis Holm ella restina av Føroyum.

Livst so spyrst.

Símun á Høvdanum

Hetta álit bleiv lagt fyri Tingið í 2013, sjá her: https://www.logting.fo/files/casestate/14045/077.13%20Skjal%20B.pdf

 

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author