Sum kunngjørt av løgmanni verður løgtingsval leygardagin 31. august 2019.

Valt verður á hesum valstøðum:
KÍ-høllin í Klaksvík (Klaksvík, Ánirnar og Norðoyri)

Kappróðrarneysti í Árnafirði (Bygdini Árnafjørður)

Skúlin á Húsum (Bygdirnar: Húsar og Syðradal)

Skúlin í Mikladali (Bygdirnar: Trøllanes og Mikladal)

Skúlin í Svínoy (Bygdin Svínoy)

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Miðlan, tlf. 410000, inntil hósdagin 29. august 2019.

Samstundis verður sagt frá, at valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Miðlan tlf. 410000.

Klaksvíkar Býráð

13. august 2019

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author