Løgtingsfundur nú klokkan 13:00 her er dagskráin

Løgtingsfundur skuldi byrja klokkan 13:00, men hann er ikki byrjaður enn, her er dagskráin, sjá niðanfyri.

Her sæst Løgtingsfundurin beinleiðis, klikk her: “Løgtingsfundur tann 04.04.2020”

Leygardagur, 4. Apríl 2020, kl. 13:00
1. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, fólkapensjónistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku)

2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020
Tingmálini nr. 129, 134, 135 og 128/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina og Fíggjarnevndina

5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)

6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 132/2019: Uppskot til løgtinglóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum

7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19
Tingmálini nr. 133, 132, 127 og 131/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist
Vinnunevndina, Fíggjarnevndina og Mentanarnevndina

9. Framløga

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author