Løgtingið farið í summarfrí 3. mai. Tey flestu standa spyrjandi.

Í staðin fyri at lýsa veruligu orsøkina til at Løgtingið er farið í summarfrí, hevur kringvarpið heldur latið løgmann og landsstýrisfólk fáa fría mikrofon at renna undan ábyrgd og geva andstøðuni skyldina fyri, at nógvu málini ikki blivu avgreidd í Løgtinginum.

Seinasta mánaðin hevur tað verið greitt, at samgongan hevði mist meirilutan, og at møguleikarnir til at gera avtalur ella “keypa” seg til meiriluta (gera rossahandlar) ikki vóru til staðar longur. Løgmaður hevði gjørt samstarvsavtalu við Magna Laksafoss, men helt ikki avtaluna.

Løgtingsformaðurin avlýsti tingfundin, sum var settur at verða tórsdagin áðrenn páskafrítíðina, av somu orsøk. Samgongan hevði mist meirilutan.

Seinasta vikan hevur verið merkt av politiskum ráðaloysi. Løgmaður, sum átti at havt útskrivað val, lat bert standa til, so løgtingsformaðurin var noyddur at taka leiðsluna og kalla floksformennirnar á fund, fyri at fyribyrgja ruðuleika í Tinginum.

Hetta eydnaðist. Flokksformenninir gjørdu avtalu um at viðgera nøkur mál, áðrenn Tingið fór til hús fríggjadagin.

Sum støðan er nú, hava vit eina samgongu, sum hevur rent seg fasta, og ikki kann fáa sín politikk framdan í verki. Í staðin fyri at skriva út val, sær tað út til at løgmaður ætlar, at samgongan skal verða sitandi.

Landið verður lagt politiskt lamið, meðan løgmaður og landsstýrisfólkini sita í Tinganesi, til onga verðins nyttu. Tey kunnu so halda áfram at taka myndir av sær sjálvum og senda út tíðindaskriv, nakrar mánaðir afturat, fyri góðu lønina tey fáa í landsstýrinum.

Kringvarpsfólkini kunnu so møta upp og vera mikrofonhaldarar, meðan løgmaður og landsstýrisfólkini brúka ráðharrastovur til at føra valstríð.

Tey vóna at veljarin gloymir gøluna um Glasir, fíggjarliga óskilið á Landssjúkrahúsinum, ruðulleikan á fiskivinnuøkinum, øll stovnsplássini, sum Eyðgunn ikki fekk upp í lag at byggja, øll stórmálini, sum ikki blivu framd, o.s.fr. o.s.fr.

Jacob Vestergaard

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: