Løgtingið eigur at verða kallað saman í stundini

Fólk, sum eru í sóttarhaldi, hava ikki rætt til sjúkradagpening, tí lógirnar um hetta eru farnar úr gildi.

Vit í Tjóðveldi heita tí á landsstýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag alt fyri eitt, so arbeiðsfólk ikki standa á berum.

Umframt hetta eigur koronastøðan sum heild at vera viðgjørd saman við andstøðuni.

Sirið Stenberg

Kunning – sóttarhald gevur ikki rætt til sjúkradagpening

Í sambandi við at korona aftur er farin at gera um seg, skal Almannaverkið gera vart við, at serskipanirnar í dagpeningalógini, sum vóru partur av hjálparpakka I, eru farnar úr gildi 30. juni 2020.

Tað merkir, at løntakarar, sum fara í sóttarhald eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum, hava ikki rætt til dagpening vegna sjúku. Løntakari, sum gerst sjúkur av korona, og ikki hevur rætt til løn undir sjúku, kann framvegis søkja um sjúkradagpening sum vanligt.

Skipanin, ið gevur arbeiðsgevarum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum rinda løn til starvsfólk, ið ikki kunnu arbeiða orsaka av korona sjúku ella sóttarhaldi, rætt til at fáa lønarútreiðslur endurrindaðar, er somuleiðis farin úr gildi.

Almannaverkið

Please follow and like us:

One thought on “Løgtingið eigur at verða kallað saman í stundini

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.