Løgmaður valt nýggjar limir í Føroya Váðaráð

Løgmaður hevur eftir tilmæli frá Landsbanka Føroya, Búskaparráðnum og Fíggjarmálaráðnum, valt nýggjar limir í Føroya Váðaráð. Limirnir verða valdir fyri eitt 4 ára skeið.

Føroya Váðaráð hevur sum uppgávu at eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum.

Váðaráðið er skipað við 5 limum og 5 varalimum.

Eftir tilmæli frá Landsbanka Føroya:

  • Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum (føddur formaður)
    • Varalimur: Ester Hansen, ráðgevi í Landsbankanum
  • Torben Magnus Andersen, professari, Århus Universitet
    • Varalimur: Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

Eftir tilmæli frá Búskaparráðnum:

  • Björn Rúnar Guðmundsson, skrivstovustjóri á Hagstofu Íslands. Er limur í Váðaráðnum.
    • Varalimur: Herit Albinus, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya

Eftir tilmæli frá Fíggjarmálaráðnum:

  • Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum. Er limur í Váðaráðnum
    • Varalimur: Gudmundur Effersøe Nónstein, ráðgevi á Tryggingareftirlitinum
  • Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum
    • Varalimur: Pól Egholm, deildarstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum

Les meira um Føroya Váðaráð her og herundir

Løgmansskrivstovan

Føroya váðaráð
Føroya váðaráð er makroprudenitelli myndugleikin í Føroyum. EU krevur at øll londini seta á stovn makroprudentiellan myndugleika og onnur lond, eitt nú Ísland og Noreg hava eisini sett á stovn henda myndugleika.

Ein makroprudentiellur myndugleiki arbeiðir við at staðfesta vandar við støði í greiningum. Tað er serliga systemiskir váðar, váðaráðið skal hyggja eftir.

At ein váði er systemiskur merkir, at talan er um ein veikleika ella eina ójavnvág í fíggjarskipanini, sum økir um vandan fyri, at ein systemisk fíggjarkreppa fer at gera seg galdandi. Tað vil siga at váðin ikki bara er galdandi fyri ein einstakan peningastovn, men allar peningastovnarar og harvið alt fíggjarkervið.

Dømi um systemiskar fíggjarváðar kunnu vera “bústaðar-bløðrur” (samsvar er ikki millum prís og veruliga virðið), innlánsundirskot í peningstovnum, og savnan av kapitali á heilt fáum hondum. Tað er tí atburður hjá fíggjargeira og pørtum, ið hava stóra ávirkan á fíggjarkervið, undir einum og tess samband við realbúskapin, ið millum annað er týðandi at hava eyguni við í hesum sambandi.

Føroya váðaráð er eitt tvørgangandi fíggjarligt váðaráð sum saman við Landsbankanum, skal tryggja, at ymsu eftirlitini innan búskapin og fíggjarøkið, ikki bert hava eftirlit við einstøkum stovnum ella úrvaldum økjum, men eisini gera váðametingar fyri alt fíggjarkervið og samfelagið fyri at fyribyrgja fíggjarkreppur í framtíðini og virka fyri at minka sveiggini í føroyska búskapinum.

Landsbanki Føroya

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: