Løgmaður sent hennara hátign Margrethu drotning eina føðingardagskvøðu

Løgmaður hevur í morgun sent hennara hátign Margrethu drotning eina føðingardagskvøðu, nú hon í dag fyllir 80 ár.

Í føðingardagskvøðuni stendur millum annað:

“Tað vildi verið ynskiligt, at umstøðurnar vóru øðrvísi, soleiðis at til bar at hátíðarhalda tygum á rættan hátt. Nú liva vit tó í eini tíð við koronafarsóttini og mugu tillaga okkum hareftir. Í hesi heilt óvanligu tíð, hava tygum tignarliga megnað at sameint kongsríkið um at standa saman um at basa smittuni”

Føðingardagsheilsan løgmans kann lesast her

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author