Corona

Løgmaður: Fólk, familjur og fyritøkur tóku ábyrgd

Føroyar eru eitt av teimum fáu londunum, har tað ber til at staðfesta, at eingin persónur er staðfestur smittaður.

– Sum fólk hava vit rokkið tí, ið sera fá lond hava megnað. Hetta hevur borið til, tí fólk, familjur og fyritøkur frá degi til dags kollveltu sín gerandisdag og tóku ábyrgd undir sera truplum umstøðum. Sum samfelag skulu vit vera takksom og errin av tí, vit hava útint, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Seinastu mánaðirnir hava víst, hvat ábyrgd, samanhald og ósjálvsøkni í veruleikanum inniber. Tey stóru tøkini, sum einstaklingar og felagsskapir hava tikið, hava gjørt avgerandi mun, og Føroyar eru slopnar undan teimum ræðuleikum, ið tíverri framvegis ráða í mongum londum.

– Eg takki fyri tey ódnartøk, ið fólkið í Føroyum hevur tikið. Øll tey góðu úrslitini byrja við, at fólk rætta hondina út og geva eitt íkast. Ikki fyri egnan vinning, men fyri okkum øll. Vit eiga at minnast til, at hjá fólki og fyritøkum hevur stóra samfelagssinnið eisini kravt ómetaliga nógv, bæði trivnaðarliga og fíggjarliga. Teimum eiga vit at hjálpa og stuðla komandi tíðina, sigur løgmaður.

Fortreytin fyri góðu úrslitunum hevur verið, at røtt og neyðug stig vóru tikin tíðliga, samstundis sum almennu tilmælini um frástøðu og reinføri hava verið vird. Tilmælini fara at standa við eina tíð afturat, samstundis sum øll ferðandi verða staðiliga biðin um at fara í heimauppihald.

– Vilja vit varðveita sjáldsama góðu støðuna, so mugu vit framhaldandi ansa eftir og virða almennu tilmælini. Koronasmittan er lúmsk, og hon kann skjótt og brádliga taka dik á seg aftur. Sum samfelag mugu vit taka øll neyðug fyrivarni, sigur løgmaður.

Men tað skerst ikki burtur, at góðu smittutølini gera tað ráðiligt at seta enn meira ferð á Føroyar í næstum. Við ongum smittaðum í løtuni eiga vit at umhugsa at lata samfelagið enn meira upp, samstundis sum vit mugu seta í verk skipanir, ið kunnu tryggja, at vit ikki fáa nýggja smittu í umferð. Tað eru vit farin undir at fyrireika.

– Beinharða stríðið hevur loyst seg. Í Føroyum hevur eingin verið hættisliga sjúkur av koronasmittuni, og skjótt kunnu vit flyta okkum enn nærri einum so ótarnaðum gerandisdegi sum tilber undir hesum serstøku umstøðunum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick
Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.